Festlig tíðarspilla og so HEIÐRIK

January 24th, 2012 av Turið

Festlig tíðarspilla

Í longdini er tað eingin av okkum, ið kann halda til at vera forseti, seta børn í verðina, sløkkja skógareldar og geva fólki CPR. Onkuntíð má man bara sleppa allari verðinsbjarganini og pilka sín egna nalva. Tí hava vit heimasíður sum hesa.

Sjónbandið hesaferð er løtt við Heiðrik á Heygum, ið serenadar okkum sín Needle and a String. Hann er næstan keltiskur. Góður. You better believe, at eg eisini hvíni við á aðru stemmu, á teimum høgu back-up tónunum! Ímynda tær tað.

Og Drinkify hevur spátt, at tequila manglar…..við pickled asparagus?

Aaaarrriiiba!

Ár 1950 í 2012

January 22nd, 2012 av Turið

Pincurls

Teaturvísind hevði jólafrokost í gjár, tað varð avgjørt at halda eitt tema. Tað endaði við sjónvarpsrøðini Mad Men, ið gjørdist ógvuliga umtókt, tí rættir menn uppdraga kvinnur, brúka brúllkrem og roykja inni.

Enda úrslitið

Eg havi ongantíð sæð sjónvarpsrøðina, men lur mig um eg ikki havi hoyrt um tey villu, rumpu rillandi, high flying 50′ini. Eg avgjørdi at fara sum Veronica Lake. Keypti mær ein gulan cardigan til mín nýinnkeypta 75% av í NoaNoa kjóla og sat allan.samlan.dagin á tamb við pincurls í hárinum. Jacob snappaði eina mynd, beint áðrenn eg fór avstað. Fín, ha?

Hetta við 50unum, pincurls og brúnum nylonsokkum minti meg eitt sindur um ommu í Sørvági. Hon hevði rouge sum heimabryggj og dansaði jive og jitterbug við ensku hermonnunum, havi eg hoyrt. Hevði hon sæð hvussu fín eg var í gjár, so hevði hon svímað.

Ferðin til Malmø

January 20th, 2012 av Turið

Jacob á Malmø C

Tað finnst ein frísklig og vinarlig atmosfæra í Malmø, sum eg einans kann viðmæla tá ein hevur fingið nokk av keypmannahavnska, “Gider du lige?” – tá ein var so frek at hyggja eftir nummarinum, ein trekti á apotekinum, í staðin fyri at skræða tað av og skrubba av í einari sansaleysari ferð.  Hvør kann gloyma, tí altíð vælkomna, “Så kør dog, din idiot” – tá ljósini gerast gul og eg akkurát havi fingið labban uppá pedalin. Ella kanska tú hevur uppiborið ein steðg frá teimum 2½ millimeturinum, ið er millum teg og Harra “Stóra Reinligheitsverkfallið ’78″ í Nettokøini ein timburmanns sunnudag.

Eg segði við Jacob, tá vit høvdu verið í tveir minuttir og ein kvinna bað meg orsaka, tí taskan hjá henni streyfaði meg, at eg helt at vit fóru nokk at búgva í Svøríki tá vit vóru stór og útbúgvin og útlúgva og keðilig. Tá hann spurdi hví, svaraði eg, at tað var nokk best um okkara børn fingu svenskar manerir – heldur enn, at eg skuldi lúka út í tí keypmannahavnska. Síðan fekk eg spasmir, tí tankin um at fáa børn beint nú er líka attraktivur, sum at bakka inn í eina vindmyllu. Mín spasma manifesteraði seg í viftandi hondum og einum, “Nei tvætl, eg tvætli bara.” Tó eri eg enn samd í mær sjálvum í, at eg fari at gera mær lívið lættari um míni børn verða undirbrotlig svenskarabørn, heldur enn individuel skrálhøvd. Kanska um vit flyta til Køge, so verður betri. Hvussu nógv lort kunnu tey róta seg uppí úti í Køge, spyrji eg. *spasma

Giiip, nei tvætl – eg tvætli bara!

Statiónin

Facta e vita: Børn eru allarfittast, tá onkur annar eigur tey.

- skriva hatta niður!

- ikki skriva hatta niður, um tú longu er foreldur! Harraguð, hvør eigur teg. Destruera sjálvsáliti hjá barninum beinavegin, why don’t ya.

Eg eri vís í, at hesin bloggurin byrjaði sum ein ferðabloggur til Malmø…..?

Jacob hevði fingið ymisk fancy gávukort til eina fancy smancy keypsamtøku í Malmø. A la Magasin. Tá vit komu inn við okkara 500kr. gávukortið – gjørdist tað painfully obvious, at vit kundu møguliga fáa ein sokk fyri virðið. Har vóru handlar, eg ikki hevði traðka innum, uttan at fari til frisør fyrst.

Vit endaðu við at fara út aftur ongul í Kaj. Jacob ætlar tó, at fara aftur til Systembolaget, ið er har inni, og keypa eina monster fína wiskey fløsku onkuntíð.

Tá vit seinni á kvøldið gingu aftur til statiónina, vóru vit møtt av einum narkohandlara, ið í krisutíðum er farin at brúka umvenda psykologi sum marknaðar strategi. Hann hálv nýsti eftir okkum, “Ni tror kanske jag säljer droger, men det gör jag INTE!”

Ólukku marknaðar strategi, tí eg hugsaði: “Gider du lige?” og snerkti eftir honum – meðan Jacob brosaði og svaraði svenskaraliga: “Det var bra, det.”

Eg eri ongantíð serliga langt frá Keypmannahavn allíkavæl, vísir tað seg.

Origami kranar

January 19th, 2012 av Turið

Origami krani...

Tað p-issar niður í Kongens København, troysti mær ikki út – haldi eg eri við at gerast forkølað. Ynk. Her var so lítið at gera, at eg byrjaði morgunin við at rudda alla íbúðina og vaska alt upp. Put that in your pipe and smoke it!

Tað hjálpti einki, tí beint eftir tað so var einki at gera aftur og eg keddi meg enn meir, enn tá eg slapp at hugsa um óruddi. Hvat ger man tá? Man googlar, hvat ein skal gera tá ein keðir seg. Google helt at: “You should do an origami crane.”

Turið helt: “Fuck it, eg geri ein origami crane!”

Bummelum, tríggjar minuttir seinni og nú havi eg gjørt ein origami crane.

Keði meg aftur. Huff…

Jón Sonni Jensen: Internus/Externus

January 15th, 2012 av Turið

Tá eg var í Føroyum, hoppaði eg inn á Býarbókasavnið fyri at hyggja eftir framsýningini Internus/Externus hjá Jón Sonna Jensen.

Eg sá navnið á listamanninum, á einari plakat á borðinum, beint sum eg kom inn. Av onkrari orsøk gjørdi eg onga serliga minu til hetta, men spurdi bókavørðin beinleiðis: “Hava tit hann enn?”

Eg fekk eisini eitt elevator blikk burturúr og eitt okey irritera: “Hava vit hvønn?”. Reyð um oyrini, slapp eg at forklára alt sum eg meinti við.

Tey høvdu hann enn og hann var lættari at finna, enn at spyrja eftir.

"Costa Cavea", 2010

Teirra white-cube gallarí var eitt sindur mjaaaaah. Rúmið var á stødd við einari lítlari stovu, so tað var eitt sindur overkill at hava stólar á staðnum. Skermarnir, ið glarurnar hingu á, vóru eitt sindur slitnar. Ein møguleiki kundi verið, um tað ikki akkurát skuldi keypast nýtt inn ella byggjast um – at gjørt pláss, so verkini kundu staðið í millum bøkurnar. So hevði man fingið uppaftur fleiri møguleikar við framsýningini og, um listafólkini vóru við uppá tað, ein stuttlig avbjóðing.

Nokk um tað. Tað er næstan synd at kritisera, tí tað er fantastiska stuttligt at fara á bókasavn at síggja eina listaframsýning og eg vóni tey fáa góðar royndir við hesum og fara at gera tað aftur. Bókasøvn aðrastaðni eru mentanar mekka, so hví ikki eisini í Føroyum.

"Ipsum"

Anyways, Jón Sonni Jensen. Eg sá eitt verk hjá honum fyri fystu ferð á Ólavsøkuframsýningini 2009. Eg minnist, at eg helt tað vera gott, men má viðganga, at tað gjørdi ikki ovurstórt inntryk.

Ikki er at fella í fátt longu nú, lítli lesari, tí eg gjørdist klókari nøkur fá ár seinni. Eg umvendist, tá eg á netinum kom fram á eitt, ið hann kallar “Palm“. Hann gjørdi eitt avrit av lógvanum hjá sær, burturúr gummi – stuff sum hann brúkar – og sendi tað inn til eina kapping, ið snúði seg um at gera eina nýggja ítróttarmedalju. Turið – seld. Hann var eisini í Ólavsøkuframsýningini tað árið og let’s face it – tá átti hann hatta lortið.

Glarur

Eitt sindur magi, eitt dism av horror, ein laki av lívfrøði, eitt vet vakurt og sjúkligani forvitnisligt. Jón Sonni Jensen er ein sexy pancake og eg gleði meg at síggja hvat hann kemur við næst.

Gávukort til Malmø

January 14th, 2012 av Turið

*

Mítt nýttárslyfti er at ferðast meira. Fyrsta ferðin byrjar longu í dag, hon verður til Malmø. Jacob hevur fingið nøkur gávukort í jólagávu, til handlar í Malmø – og hann hevur bjóða mær við ein túr. Eg má fara og fáa gongd á bloggandi aftur, tað hevur verið stilt ov leingi, men eg havi myndatóli við í Malmø, so tað kemur møguliga ein stubbi burturúr tí seinni.

Hoyrast.

Uppgávuinnlating og yvirlýsing frá Kvinnufeløgunum

January 3rd, 2012 av Turið

Lesarin

So havi eg latið praktikrapportina inn, hon kom inn 11:58 danska tíð, deadline klokkan 12:00. Tað merkir so eisini, at eg náddi ikki at lata mína site-specific uppgávu inn og tað brast eg í sjóheitan grát yvir – men bert í ein hálvan minut, tí so fann eg eitt Ude og Hjemme – har eru penir kjólar at hyggja eftir.

Eg elski yvirlýsingina, ið kvinnufeløgini eru komin við – hava tit hoyrt hana? Gullklassi!

Tað eru sjálvandi summi, sum fara at koma við idioterklæringum til tær kvinnur, ið eru komnar við hesum. Til tykkum vil eg minna á – at um tit halda yvirlýsingin frá Kvinnufeløgunum er undarlig, so skuldu tit hoyrt hana hjá løgmanni.

Eg mundi skrædna, tá eg hoyrdi hann, havi ongantíð flent so hart í lívinum!

I HEART Kvinnufeløgini.

Yvirlýsingin:

“Líka so nøgdar vit vóru um røðu løgmans á nýggjárinum, har dentur m.a. varð lagdur á tolsemi, frælsi og demokrati, líka so vónsviknar gjørdust vit av samrøðuni, danska sjónvarpsrásin TV2 hevði við Kaj Leo Johannessen løgmann, har hann verður spurdur um, hvønn týdning føroyingar leggja í hetta, at drotningin nevnir Føroyar í nýggjársrøðu sínari.

Vit ætla ikki at leggja okkum út í, hvørja meting løgmaður hevur av kongshúsinum, men vit vilja mótmæla, at løgmaður okkara loyvir sær at gera so grovar generaliseringar um føroyskar kvinnur, sum hann gjørdi í samrøðuni.

Føroyskar kvinnur verða allar sleptar niður í ein pott og verða lýstar sum persónar, sum dáma sera væl at lesa donsk vikubløð, nevnd verða beinleiðis Se og Hør, Ude og Hjemmet og Familie Journalen, og løgmaður pástendur eisini at føroyskar kvinnur lesa litaðu vikubløðini, tí teimum dámar so væl at hyggja at og tosa um fínu kjólarnar, sum tey kongligu og onnur eru í.

Vit hava als onki ímóti at fólk lesa vikubløð og hyggja eftir fínum kjólum, vit ætla okkum heldur ikki at hava at løgmanni og privatu áskoðan hansara á kvinnur, men vit vilja átala at Føroya løgmaður ger so grovar generaliseringar av lesnaðinum hjá føroyskum kvinnum og áhuga teirra fyri fínum kjólum. Hetta eigur eftir okkara tykki ikki at koma fyri í einari viðmerking frá einum almennum persóni, sum Føroya løgmaður er.

Kvinnufelagasamskipan Føroya
03. januar 2012
Kvinnufelagasamskipan Føroya er umboðsnevnd fyri kvinnufeløg í Føroyum. Limafeløgini eru:
Kvinnufelagið í Havn
Skála Húsmøðrafelag
Valkyrjurnar
Tofta Kvinnufelag
Kongshavnar Kvinnufelag”

Sær tú hasa reyvina? Eg eri á henni.

December 28th, 2011 av Turið

Jólatræ

Eg havi tveir dagar at skriva mínar uppgávur og eg havi skrivað nakrar seks síður og eg skal skriva samanlagt 30. Eg eri á reyvini, tað er ikki eingong stuttligt. Kanska eg seinni í lívinum fari at flenna eftir hesum, men eg eri hægst stúrin fyri, at eg ongantíð fari at læra av hesum. Eg hevði tveir mánaðir at fyrireika meg til hetta og so siti eg nú – tveir dagar áðrenn. Tað kanska skal vera mítt nýttárslyfti, at gerast betri til, um eg nái at feiðra tey.

Jólafuglur

Anyways, so eftirsum, at eg havi eina lítla pausu nú – ið eg slett ikki havi tíð til, so fari eg at skriva ein stubba og av tí at eg bara havi sitið og gløtt eftir einum tómum Word dokumenti, tað síðstu vikuna – so havi eg ikki ordiliga nakað at blogga um. Men hygga síggj, tær obligatorisku “Okkara jólatræ anno [insert relevant date here]“-myndir eru altíð relevantar á einum skemtibloggi ……..

Sum nakað nýtt, so stungu vit fuglar á jóltraðið í ár.

Jólafløgg

Av tí gamla vóru sjálvandi tey føroysku fløggini, ið mamma hevur tvíhildið um síðan forever – og nakrar einglar, ið hon hevur keypt á posthúsinum. Astrid Andreasen hevur sniðgivið, um eg ikki taki heilt feil.

Eg má bara aftur til uppgávuna. Havi ikki hjartað til hetta, vil hava hetta út av verðini.

JK – 25.desembur

December 25th, 2011 av Turið

Jólasøgan

Mórbróðir vann eina pixibók í pakkaspælinum. Hann gjørdist sjelaglaður og fór lakkandi út á Blinttarmin at vísa hana fyri sínum vinmonnum, Byngjubombini og Konrad Knæskel.

- “Hygga hvat eg eigi!” – rópti Morbróðir. Hann rendi undir Bingjubombuna, sum kvakk við og mundi kvalst í rísalamang.

- “Pína knút – er hatta Jólasøgan?” – spurdi Konrad.

- “Ja!”, segði Morbróðir.

Síðan fóru teir næstan til hendurs um hvør skuldi eiga hana, so Morbróði mátti skunda sær at krutla navnið hjá sær í.

Pixibøkur veruliga eru til bæði stór og smá.

klári…ikki…at…eta…meir…

December 25th, 2011 av Turið

Spladonk - adonk.

Turið bloggar ynskir øllum eini gleðilig jól. Allar villar planir fóru í vaskin pga. hesum veðrinum, men jólini vóru hugnalig!!

Eitt drøn í gjøgnum av jólunum:

Pakkaspæl byrjaði um morgunin, eg sníkti meg inn í linsuna og brosaði sjarmerandi – prógvið er omanfyri. Færøerne Næste Topmodel er Turið, end of discussion. Spæli endaði nøkulunda væl, bert tvey stórgrótu og formaðurin í Lærarafelagnum fekk eina Pixi bók av Jólasøguni. Hann situr við henni enn.

Bróðir skar ræsta kjøtið niður, ovnurin settur á svakan varma. Heita eplasalat afturvið. Vín, knallhettir, livandi ljós á traðnum, pakkar. 28.000 pakkar til tær minstu seinni, sat eg við einari bók, tveimum filmum og einari Eva Solo tekannu. Bróðir hevði givið Lottoseðlar í jólagávu, men eingin gjørdist millioner hesaferð. Nitte jólaaftan.

Ljósini á traðnum vórðu blást út, spøl vóru spæld, tey flestu fóru í song. Eg og Bróðir hugdu eftir einum standup showið og grótu sum vit flentu. Fyltar hosur og fyltir magar.

Dagin eftir upp tíðiliga, Bróðir klórandi oman í kjallarin eftir dunnunum, Bróðir klórandi upp eftir húsunum fyri at koma inn, dunnur fuku í vindinum, náddu tó inn áðrenn melduródnurnar byrjaðu og ljósini blinkaðu. Turið kokkereraði dunnu fyri fyrstu ferð. Flust eplir, brúnkaði eplir, kelan og sjelan fyri brannheitu dunnunum, heimagjørt reyðkál og brún sós. Panna cotta við bromber omaná. Fokkað. Lovaði, at tá eg verið stór, skal roteringsskipan í gildið, so eg ikki geri dunnunum hvørt ár – meeega stríð. Javnstøða innførd eisini fyrsta jóladag.

Topkarakter. Tvey søgdu, tað var besta dunna tey nakrantíð høvdu smakka í lívinum. Hesi fólkini vóru øll eldri enn tólv. Win.

Nú? Eg bíði eftir systkinabarninum úr Miðvági, tí vit skulu spæla brettspøl. Í hesari familjuni eru nógv av okkum brettspæl narkomanar. Okkara kryptonit. Vit høvdu býtt langommu um fyri eitt Trivial Pursuit.

Vit hoyrast seinni. Hvussu vóru tykkara jól?

Desembur mánaði er avsettur, sum ein verkætlan fyri at fáa mannfólk at dáma Turið bloggar á Gronritinum. Teir sum dáma, leggjast sjálvandi afturat teimum mannfólkunum, ið longu eru har, men sum eru í undirtal. Til ber at dáma úti í síðuni.